Um Hugnaløtur
Hugnaløtur er stovnað í august 2021 og er sett í heimin til at skapa hugnaløtur til føroyingar.
Hvat gera vit? Vit menna, framleiða og selja føroysk borðspøl til børn, ung og vaksin. Vit fyriskipa tiltøk í øllum støddum, onki er ov stórt til okkum. Vit ráðgeva eisini í fyriskipan ella kunnu koma inn at stýra verkætlanum, so sum ráðstevnur, stórar temadagar sum landsstovnar, kommunur og privatar fyritøkur ofta seta í verk.
Vit skipa fyri stórum hátíðarhaldum og veitslum. Vit skipa fyri tematúrum uttanlands undir heitinum, Hugnatúrar. Vínkúllarnir eru eisini partur av Hugnaløtum. Vínkúllarnir skipa fyri vínsmakkingum, vín- og mattiltøkum, stórum borðhaldum og ráðgeva innan vín.
Vit skipa fyri almennum tiltøkum, so sum konsertum, fyrilestrum og øðrum pallsettum tiltøkum. Vit ganga ikki uppá kompromis við góðsku, royna altíð at hava tænastuna í topp og so skal tað verða hugnaligt. Eigari og stjóri er Ólavur Larsen.
Okkara missión
Okkara mál er at skapa góðar og hugnaligar løtur fyri føroyingar í øllum aldri og á alskins hátt. Hvat er tað so, sum vit gera?
Vit menna og framleiða føroysk góðsku borðspøl, so børn, ung og vaksin kunnu hugna sær saman. Okkara borðspøl skapa samanhald, stuttleika, forvitni, lærdóm og er samstundis við til at stimbra føroyska málið. Vit fyriskipa størri tiltøk og veitslur fyri fyritøkur, stovnar, kommunur og privat, samstundis sum vit eisini fyriskipa ymisk tiltøk til almenningin sjálvi.
Vit fyriskipa uttanlandstúrar, har serligur dentur verður lagdur á okkurt tema.
Vínkúllarnir eru eisini partur av okkara samleika. Teir kunnu fyriskipa eitthvørt sum hevur við vín og mat at gera.

Slide 1 of 12










