Fyriskipan
Vit skipa fyri alskins tiltøkum. Nevnast kann: Veitslur, ráðstevnur, stór hátíðarhald, stórar móttøkur, konsertir, fyrilestrar og annars bara størri tiltøk, sum krevja ordiliga fyriskipan. Størri fyritøkur, landsmyndugleikar, kommunur og stovnar hava sum oftast ikki fakfólk innan fyriskipan í starvið, tí bjóða vit okkum fram at taka okkum av størri tiltøkum, har ynski er at fáa góðskuna á tiltakinum so høgt upp sum til ber. Tað hevur eydnast sera væl.



Ummæli
Vit ganga høgt uppí at kundin er nøgdur við okkara tænastu. Her eru nøkur ummæli frá onkrum av okkara kundum
"Fuglafjarðar kommuna hevur til ávís høvi nýtt Hugnaløtur, sum fyriskipara, millum annað til árliga orku- og umhvørvisdagin. Hugnaløtur hava staðið fyri øllum tiltøkum á degnum og eru vit í kommununi sera væl nøgd við avrikið"

Jóanis Erik Køtlum
Kommunustjóri hjá Fuglafjarðar kommunu
"Stóra tøkk til Hugnaløtur fyri eitt sera væl fyriskipað tiltak í sambandi við 10 ára veitsluna hjá Pelagos. Alt var sera professionelt fyriskipað frá byrjan til enda, og samstundis var stemningurin hugnaligur og avslappaður. Tað sást týðiliga, at nógv arbeiði og orka vóru løgd í allar smálutir. Hugnaløtur vóru við til at gera 10 ára hátíðarhaldið hjá Pelagos til eitt sera væleydnað og minniligt kvøld. Vit kunnu avgjørt viðmæla Hugnaløtur til onnur, sum ynskja eitt væl fyriskipað og professionelt tiltak. Takk fyri eitt framúr gott arbeiði!"

Fríðin Ziskason
Pelagos
"Vit hava brúkt Hugnaløtur til fyriskipan av okkara árliga jólaborðhaldið og tað hevur eydnast sera væl. Vit spara nógva tíð, kunnu slappa av á kvøldinum og fáa altíð eina góða og væl fyriskipaða veitslu."

Viggo Johannesen
stjóri á KJ
"At brúka Hugnaløtur at samskipa okkara jólaborðhald spardi okkum um tíðina at fyrireika tiltakið, og øll kundu slappa av og luttaka í borðhaldinum. Alt varð væl avgreitt."

Esther Dahl
HR-leiðari á Faroe Ship