Handils- og veitingartreytir

1. Inngangur

Hugnaløtur Sp/f
Bakkavegur 20
530 Fuglafjørður
V-tal: 653527
hugnalotur@hugnalotur.fo
(+298) 50 44 44

2. Trygd í sambandi við keyp

Vit nýta Frisbii Pay til at avgreiða gjaldingar fyri keyp á hesi síðu. Gjaldingin verður avgreidd beinleiðis umvegis Frisbii, og allir upplýsingar, herundir kortnummar, vera beinleiðis innsavnaði av gjaldsveitarinum. Vit fáa bert váttan fyri gjaldið og grundleggjandi upplýsingar um hetta fyri at avgreiða ordran.

3. Rindan

Tú kanst rinda við hesum gjaldkortum:

  • Visa
  • Mastercard

Tú rindar við at skriva títt kortnummar, eftirlitstal, og nær kortið gongur út. Ókeypis er at nýta gjaldkortið.

Keypsupphæddin verður ikki drigin frá kontuni, fyrr enn vøran er send ella avheintað.

4. Avgreiðsla

Avgreiðslutíðin fyri bílagdar vørur er vanliga upp til 4 yrkadagar, um vøran er á goymslu. Er vøran ikki á goymslu, verður avgreiðslutíðin longri. Bezzerwizzer er væntandi á goymslu fyrst í juni 2023.

Frakt verður avgreidd sambært tí postgjaldi, ið er í upplýst. Hetta gjald verður lagt omaná vørukostnaðin.

5. Gjaldoyra og kvittan

Allir prísir eru í donskum krónum (DKK). Fyrilit verður tikið fyri prísbroytingum.
Tá ið tú hevur rindað, verður kvittan send á tín teldupost við upplýsingum um keypið.
Meirvirðisgjald er lagt á allar vørur.

6. Iðranarrættur

Vilt tú gera brúk av iðranarrættinum, er hetta møguligt upp til 2 dagar eftir, at vøran er móttikin. Hetta er tó bert galdandi, um vøran ikki er upplatin. Frá fráboðan hevur tú 5 dagar, inntil vøran í seinasta lagi skal vera latin okkum aftur. Verður vøran send, mást tú sjálv/ur gjalda flutningsgjaldið.

Er vøran skadd hevur tú sambært lóg 2 ára endurgjaldssrætt. Í slíkum føri verður tú biðin um at seta teg í samband við okkum á hugnalotur@hugnalotur.fo.


Er galdandi frá 01. november 2026.


------


Treytir fyri ferðir keyptar frá Hugnaløtum


Treytasamtykki

Tá kundi bíleggur vøru ella tænastu frá Hugnaløtum, góðtekur kundin treytirnar niðanfyri.

Iðranarrættur

Kundin hevur ongan iðranarrætt, uttan so at annað er avtalað og skrivliga viðmerkt á
ordraváttan og/ella rokning, og tí er ikki møguligt at fáa endurgjald fyri vøru/tænastu, tá
hon er keypt.

Gjald

Gjaldast skal við bankaflyting. Depositum skal gjaldast á 5.000,- fyri hvønn ferðandi við
bílegging. Pakkaferðin er ikki endaliga bíløgd, fyrr enn peningurin er komin á konto. Fulla
upphæddin skal gjaldast áðrenn eitt ásett dato. Til víntúrin 2027 til Italia, er seinasta
freist tann 1. Februar 2027.

Depositum (undangjald)

Depositum er bert ein staðfesting av eini bílegging og verður ikki afturrindað, um kundin
velur at avlýsa ella ikki gjalda restupphæddina rættstundis.
Fyrivarni fyri broytingum á hotellum og tænastum

Aftan á ein ferð er bíløgd, kann tað koma fyri at støðan hjá undirveitarum broytast, ella at
broytingar eru framdar á hotellkømurum v.m. Í slíkum førum skila vit okkum rætt til at
strika bíleggingina ella bjóða hana við broyttum treytum.

Broyting í bílegging

Tað er ikki møguligt at broyta ella avlýsa eina bílegging, tá hon er goldin, uttan so at
annað er avtalað. Stendst meirkostnaður av einari broyting, skal kundin rinda
meirkostnaðin, og skal upphæddin vera á konto hjá Hugnaløtum, áðrenn broytingin
verður framd. Tó skal nevnast, at navnabroyting kann fremjast á flogferðaseðlum og
hotelkømurum seinast 15 dagar áðrenn fráferð, uttan meirkostnað.

Broyting av dato og/ella avlýsing v.m.

Verður ferðin óvæntað avlýst ella flutt – t.d. av eini farsótt, av veðrið o.ø. – kann
Hugnaløtur, sum meginregla, ikki veita endurgjald fyri ferðina, herundir hotelluppihald,
flutning v.m. Tó hevur kundin altíð rætt til at gera brúk av flogferðaseðlum,
hotelluppihaldið v.m., um hann ynskir tað.

Levering av flogferðaseðlum

Kundin fær vanliga flogferðaseðlarnar sendandi á t-posti í góðari tíð áðrenn fráferð.

Hotellupplýsingar

Aftan á bílegging av ferð, fær kundin allar neyðugar upplýsingar um hotellið. Í Italia
krevja myndugleikarnir býavgjald á 2€ hvønn dag fyri hvønn ferðandi, sum liggja nátt.
Hetta avgjald skal gjaldast av kundanum til hotellið og er ikki umfatað av prísinum hjá
Hugnaløtum.

Kundans ábyrgd

Rætt navn á ferðaseðli

Kundin hevur ábyrgd av at geva Hugnaløtum røtt og full nøvn á øllum ferðandi. Nøvnini
skulu altíð samsvara við tað, sum stendur í passinum. Hevur kundin upplýst skeivt navn,
átekur Hugnaløtur sær onga ábyrgd av trupulleikum, ið standast av hesum, herundir
meirkostnaði, avvísing við gate v.m.
Tað er kundans ábyrgd at eftirkanna ferðaseðlar, beinanvegin hann móttekur teir.

Pass og innfararloyvi
Tað er altíð ábyrgdin hjá tí ferðandi at syrgja fyri, at pass og innfararloyvi eru í lagi, í mun
til galdandi reglur og lóggávu í tí landi, ið ferðast verður til.

Møta í góðari tíð
Ferðandi hevur ábyrgd av at møta í góðari tíð, verið tað seg til flogferð, buss v.m., og
kann Hugnaløtur ikki veita endurgjald fyri meirkostnaði í hesum sambandi.

Trygging
Tað er ábyrgdin hjá ferðandi at syrgja fyri, at ferðatrygging og avlýsingartrygging er

teknað.

Koppseting
Eru koppsetingarkrøv galdandi í landinum, sum ferðast verður til, er tað altíð kundans
ábyrgd at syrgja fyri, at hesi krøv verða uppfylt.

Atburður hjá ferðandi
Hugnaløtur hevur ikki ábyrgd av atburðinum hjá ferðandi, hvørki á flogvølli, hotelli,
matstovum ella aðrastaðni. Verða galdandi reglur ikki hildnar, er tað, uttan undantak,
kundans ábyrgd. Dømi um atburð, ið vanliga ikki er loyvdur: Óhóskandi atburður, ov høg
promilla v.m.

Avlýsing í sambandi við serligar hendingar/støður

Um ein ferð heilt ella partvíst ikki kann fremjast orsakað av ferðaavmarkingum,
stongdum landamørkum, sóttarhaldskrøvum, verkfalli, farsótt, kríggi ella øðrum
hendingum, rindar Hugnaløtur einans endurgjald fyri ferðina, um Hugnaløtur hevur
møguleika at fáa endurgjald frá sínum undirveitarum.

Ábyrgd í sambandi við ferðaseðlar o.a.

Hugnaløtur keypir billettir, flutning, uppihald v.m. frá flogfeløgum, hotellum og øðrum.
Tað eru altíð hesir veitarar, ið hava ábyrgdina av, at kundin fær sína vøru. Um ein veitari
ikki leverar vøruna, og talan er um støðu, sum Hugnaløtur onga ávirkan hevur á, kann
Hugnaløtur ikki ábyrgdast og/ella veita endurgjald.

Húsagangur (konkurs)

Hugnaløtur kann ikki ábyrgdast, um t.d. eitt flogfelag fer á húsagang. Ferð verður í
hesum føri ikki endurrindað. Tað sama er galdandi fyri aðrar veitarar, t.d. hotell, flutning
og onnur feløg. Hugnaløtur kann undir ongum umstøðum veita endurgjald í sambandi
við húsagang.

Gera altíð okkara besta

Tá alt hetta er nevnt, so gera vit túrar, fyri at veita serstakar upplivingar til ferðandi úr
Føroyum. Tí gera vit altíð okkara besta, óansæð hvørja støðu vit ella tit koma í.


Galdandi frá 01. november 2026