Plaktlýsing fyri Ársins Jólaborðhaldið 2026

Ársins jólaborðhald við Vínkúllunum, Kim, Eyðun & Terja

  • ley. 12. des. kl. 19:00
  • Hilton Garden Inn

So bjóða Vínkúllarnir aftur til Ársins Jólaborðhald við Vínkúllunum, Kim, Eyðun & Terja!

Øll hini árini hevur verið útselt í Dansifrøi, hesaferð verður veitslan flutt inn í Hoydalar hølini hjá Hilton Garden Inn og tí eru bert 200 atgongumerki til sølu (og ikki 350 sum áður). 

Á skránni eru brellbitar og bobblur tá gestirnir møta kl 19.00, síðani er forrættur, miðrættur, høvuðsrættur og dessert og hartil er útvalt vín til allar rættirnar. Tað verður matur og vín í heimsklassa! Eisini kunnu gestirnir fáa sær øl og sodavatn afturvið, um tey ynskja sær tað. Borðhaldið hevur borðplan, so øll sum bíleggja atgongumerki saman sleppa at sita saman.

Vínkúllarnir fara at undirhalda alt kvøldið, saman við Kim Hansen, Eyðun Nolsøe, Terja Rasmussen, Jóhannus á Rógvu Joensen og Jan Rúna Poulsen. Hetta er ikki eitt vanligt borðhald, men ein ordans veitsla frá byrjan til enda. Tað verður alt í heimsklassa!

Tá borðhaldið er liðugt, fer DJ Antony Charles at diska um náttina og hann verður í toppformi - sum altíð!

Vínkúllarnir yvirraska altíð og tað fara teir eisini hesaferð!